Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-toppskjúttin gjørt nýggjan sáttmála

Jákup Ósá

KÍ boðar í kvøld frá nýggjum sáttmála.

Talan er um 23 ára gamla Jóannes Bjartalíð, sum í ár er toppskjútti hjá KÍ við 12 málum. Eftir summarsteðgin hevur hann skorað trý mál og lagt upp til eitt í tveimum dystum og tað var hann, sum avgjørdi toppdystin á Summar Festivalinum.

Bara fimm leikarar hava skorað fleiri mál í KÍ-søguni enn Jóannes Bjartalíð, sum í 122 landskappingardystum hevur skorað 52 mál og lagt upp til 42 mál.

Sáttmálin er galdandi fram til og við kappingarárið 2021.