Páll A. Klettskarð er bjartskygdur undan dystinum móti HB sunnudagin. Hann væntar ein tættan dyst.
KÍ fekk stig á Summar Festivalinum móti ÍF og avrikini seinastu tíðina hava verið betri enn áðrenn hóast liðið ikki hevur vunnið í langa tíð. Páll A. Klettskarð er toppskjútti hjá KÍ og hann er samdur í, at tað gongur rætta vegin.
– Vit byrja so smátt at fáa betri spæl og betri innsats á liðið. Nú hyggja vit uppeftir og hava sjálvsálit til at spæla næsta dyst. Vit taka ein dyst í senn og royna at fáa stig burturúr. Vit taka HB dystin sum allar aðrar dystir. Persónliga royni eg at vera uppsettur til hvønn dyst og ikki hugsa um tað er HB ella okkurt annað lið, ið er mótstøðulið.
Til seinast spyrja vit, hvat fyri dyst vit kunnu vænta millum arvafíggindarnar.
– Eg vænti ein dyst við nógvum álopum báðar vegir og ein tættan dyst, har vit vónandi draga longra stráið, sigur Páll A. Klettskarð.




