Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ torir ikki at vinna á HB

Jákup Ósá Myndir:Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) Í einum løgnum dysti eydnaðist tað HB at fáa eitt stig, hóast teir vóru aftanfyri 3-0.

Tað merkisverda í uppstillingunum var, at HB leikti uttan nakran veruligan álopsleikara, har Kristin Mouritsen, Christian Mouritsen og Símun Samuelsen skiftust um at vera fremst, meðan Hjalgrím Elttør aftur var liðskipari hjá KÍ eftir, at Atli Danielsen hevði havt bandið seinastu dystirnar.


HB spældi – KÍ skoraði

Tað bleiv ein løgin dystur í Klaksvík, tá KÍ og HB hittust í gamla klassikaranum, tí samsvar var ikki millum, hvør hevði yvirvág í spælinum og hvør skoraði. HB sat á tí mesta spælinum í fyrra hálvleiki og eftir eitt korter fekk Símun Samuelsen ein dupult møguleika, men Meinhardt Joensen stórbjargaði. Men beint ímóti leikgongdini, kom KÍ á odda, tá Hjalgrím Elttør sendi gott hornaspark inn í høvdið á Páll A. Klettskarð, ið var tryggur beint frammanfyri málinum. Og stutta løtu seinni var 2-0, tá eitt mistak hjá Teiti M. Gestsson endaði við, at eitt innlegg frá Hjalgrím Elttør endaði í málinum. Í 37. minutti bleiv 3-0, tá Álvur Christiansen sendi hart innlegg í pannuna á Páll A. Klettskarð og so var 3-0. Stutt eftir hevði Páll aftur stóran møguleika, men hann rakti ikki bóltin nóg væl við vinstra beininum. Men KÍ skuldi ikki klaga um fyrra hálvleik, ið gav 3 mál uppá kanska 4-5 málroyndir. Leikliga var HB greitt omaná.

HB kom aftur

Í seinna hálvleiki fekk HB skjóta málið, ið teir uttan iva sera fegnir vildu hava fyri at fáa eina vón aftur. Heini Vatnsdal legði inn úr høgru og frammanfyri málinum stýrdi Christian Mouritsen bóltinum inn. Dysturin var leikliga nógv javnari í seinna hálvleiki og KÍ var betri við í dystinum og fekk onkrar góðar møguleikar. Men tá eitt korter restaði í fekk HB aftur mál, tá Bárður Olsen smekkaði til langt úti frá og umvegis eitt KÍ bein endaði bólturin í málinum. Útjavnandi málið kom, tá 88 minuttir vóru leiktir og var tað innskifti Páll M. Joensen, ið skoraði eftir frísparks innlegg. Seinastu løtuna satsaði HB nógv fyri at fáa vinnandi málið, og KÍ sendi eisini nógv fólk fram í kontraspælinum. Størsta kjansin fekk Sørmundur Kalsø í seinasta álopinum, tá hann kom at standa væl fyri mitt fyri málinum, men skotið fór beint uppum.

Løgin dystur

Dystargongdin var sum áður sagt løgin. Í fyrra hálvleiki var HB greitt omaná, men KÍ var á odda 3-0. Í seinna hálvleiki var dysturin rættuliga javnur, men tá vann HB 3-0. KÍ kom nærum ongantíð undir nakað stórt trýst í seinna hálvleiki undantikið seinastu løtuna, tá HB fór eftir sigrinum. Á KÍ liðinum gingu profilarnir Páll A. Klettskarð og Hjalgrím Elttør á odda, meðan Símun Samuelsen altíð var vandamikil hjá HB. KÍ hevði møguleikan við 3-0 leiðslu, men tók ikki av. Ein kann freistast til at siga, at KÍ torir ikki at vinna á HB í Klaksvík, nú teir ikki hava tapt í Klaksvík síðani 1.umfar í 2005.