Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ undir veingirnar hjá Norðoya Sparikassa

Oliver Joensen

Tað var ein framfýsin og eggjandi sparikassastjóri, sum í kvøld saman við ábyrgdarfólki hjá KÍ greiddi frá avbjóðingunum, sum liggja fyri framman nú Sparikassin og vinnulívið í Klaksvík rættuliga hava tikið hond um KÍ.

Eyðfinn Reyðberg tók í orðini "Vinnarar hava eina ætlan! Taparar eina frágreiðing!" Og við hesum gjørdi hann greitt at við nýggja leistinum í strukturinum hjá KÍ, sum Norðoya Sparikassi hevur tikið undir við, krevst at Klaksvíkar Ítróttarfelag frameftir fer at hoyra til vinnararnar og tað ivaðist hann onga løtu í. Tí hevði Norðoya Sparikassi, saman við øðrum vinnufyritøkum í Klaksvík tikið djúpt niður í lumman fyri at tryggja ungdóminum at hava góðar karmar at náa endamálinum, nevniliga at blíva vinnarar.
Eyðfinn Reyðberg segði millum annað, at við nýggja bygnaðinum og sponsoravtalum, bleiv KÍ nógv tað sterkasta ítróttarfelagið í landinum, samstundis sum hann róði uppundir, at hetta eisini stillaði krøv til felagið, bæði á vølli og uttanum.
Størstu broytingarnar í bygnaðinum eru at frameftir verður tað eitt partafelag, sum kemur at eiga KÍ-høllina og partaeigararnir vera í hvussu so er í byrjanini Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Ítróttarfelag. 1 lið, 2. lið og unglingar vera eisini løgd í eitt partafelag og harafturat hevur Klaksvíkar Býráð játtað munandi meira stuðul til Klaksvíkar Ítróttarfelag enn Býráðið hevur gjørt árini frammanundan.
Leisturin er lagdur, avtalurnar eru gjørdar og nú er bert eftir at fáa bláa stempli á einum eykaaðalfundi, sum væntandi verður um ein mánaða ella so.