Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÌ-unglingarnir í finaluni

John William Joensen

Hóskvøldi vann unglingaliðið hjá KÌ 3-0 á NSÌ, so enn er møguleiki fyri einum FM

Í gjárkvøldi vóru ½-finalurnar í unglingadeildini spældar millum NSÍ-KÍ og HB-B36. Áðrenn flestu ákoðararnir vóru komnir út til Løkin hevði Páll Klettskarð gjørt mál fyri KÍ.

Eftir somu uppskrift sum teir vaksnu brúktu úti á Skála mikukvøldi, so var unglingaliðið ógvuliga væl skipað og spældi uppá kontramøguleikar. Sigast má at hetta eydnaðist til fulnar, tí tá komið var til hálvleiks var KÍ á odda 3-0.

Næsta málið gjørdi Eli Simonsen, sum eins og Páll hoyrir heima í dreingjaliðnum. Málið hjá Eli var eitt sera vakurt langskot, sum smeyg sær upp um NSÌ málverjan.

Triðja málið gjørdi Kristoffur Jakobsen, sum beint fyri átti at fingið brotspark tá hann var feldur í brotssparkinum eftir ein solotúr.

Kristoffur fekk ein sending inn um verjuna og Kristoffur útplaseraði málmannin við einum sera hegniligum skotið.

Í finaluni, sum verður á uttanveltaðum vølli komandi hóskvøld, bíðar HB. HB vann í gjárkvøldi 1-0 á B36.

Harleyfacadeacryl