Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 1-0 á FCK á Djúpumýru í kvøld

Oliver Joensen

Tey, ið høvdu leitað sær á Djúpumýru í kvøld at hyggja at dystinum hjá KÍ ímóti donsku superligavinnarunum, fingu ein spennandi fótbóltsdyst at síggja.

Tað var um miðjan fyrra hálvleik, at Julian Samuelsen við einum sera vøkrum máli legði KÍ á odda 1-0 ímóti FCK. Klaksvíkingarnir leiktu væl og disiplineraðir og høvdu umframt málið teir fingu eisini tveir aðrar gyltar møguleikar at leggja seg á odda við í minsta lagið einum máli afturat í fyrra hálvleiki. Annar var tá Eyðun Klakstein var leysur frammanfyri málmanninum og hin tá Niklas púra leysur frammanfyri málið, men við nakað av fjarstøðu úr málinum sendið ein heddara uppum stongina.
FCK hevði bóltin tað nógva av tíðini, men teir megnaðu ongantíð veruliga at fáa tamarhald á spælinum frammanfyri KÍ málinum. Todi hevði eini tvey skot, sum kundu verið vandamikil, um tey vóru innanfyri stengurnar og tað var tað nærmasta teir komu í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki leikaði tíðum hart á frammanfyri 16 meturin hjá KÍ, tó uttan at nakað veruligt spurdist burturúr hjá FCK. Harafturímóti fekk KÍ í seinastu minuttunum aftur gyltan møguleika, sum aftana tríggjar royndir endaði við at bólturin fór uppum málið.
Alt í alt eitt flott liðavrik hjá KÍ. "Seks stig fyri tveir dystir í donsku superliguni ímóti nr. 1 og nr. 3, tað kann ikki annað enn sigast vera gott úrslit", helt onkur skemtandi fyri aftaná dystin.

Harleyfacadeacryl