Enn er ikki gongd komin á málskjótingina hjá KÍ, ið einki mál hevur latið inn enn í Føroyum.
KÍ vann 1-0 í Sørvági í dag. Málið skoraði Hallur Hansson. KÍ hevur higartil fingið úrslitini 0-0, 0-1, 2-0 og 1-0 í sínum venjingardystum. Samlað 3-1 fyri fýra dystir, so áskoðararnir hava ikki verið undirhildnir við málum. Bara GAIS hevur skorað móti KÍ, men álopsparturin hevur ikki fingið gongd á málskjótingina enn.
KÍ byrjaði við hesum liðnum: Sebastian John – Daniel Johansen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø, Hallur Hansson, Filip Brattbakk – Oussama Ali, Erlend Hustad. Seinni komu hesir inn: Jonn Johannessen, Páll A. Klettskarð, Dávid Reynheim, Páll Muller, Gaston Tellechea og Jákup N. Vilhelmsen.



