Men baði ÍF og B36 vunnu sínar dystir og tí er brekkan framvegis sera brøtt
KÌ skal vinna báðar teir seinastu dystirnar av landskappingini, nevniliga móti HB í Gundadali og EB/STR í Klaksvík. Baði mótstøðuliðini kappast um at vinna FM.
B36 skal vinna ein dyst afturat fyri at tryggja seg í deildini og á skránni er Víkingur í Gøtu og B68 í Gundadali.
Støðan í Vodafonedeildini eftir 25. leikumfør:
1 HB 49
2 EB/Streymur 44
3 Víkingur 41
4 B68 39
5 NSÍ 38
6 AB 34
7 ÍF 30
8 B36 27
————————
9 KÍ 24
10 07 Vestur 19
Lat tað verða sagt beinan vegin at brekkan KÍ skal ganga fyri framhaldandi at vinna sær pláss í fremstu deildini er sera brøtt.
Men innsatsurin nú vunnið er á B68 á Toftum og á FSV í Klaksvík – gevur vón um at enn er møguleiki at vinna upp brekkuna – men tað skal arbeiðast sera, sera hart.
Alt kann longu verða avgjørt komandi vikuskifti um KÍ tapir ella B36 vinnur – so tað skerst ikki burtur at í løtuni er eingin ivi um at tað eru norðoyingar sum er favorittar at fara saman við vágamonnum niður í 1.deild.
KÍ liðið virkar sera væl skipað í verjupartinum og í álopspartinum er liðið farið at bíta frá sær.
Samanumtikið var KÌ betra liði í dystinum sunnudagin móti FSV – men tó kundi trýsti frá FSV í seinastu minuttunum givið úrslit.
Málið hjá Hjalgrím Elttør var sera gott. Hann rann seg leysan í vinstru síðu og sendi bóltin við vinstra beinið, út um málverjan og inn í málið.
Í seinra hálvleiki var Sørmund Kalsø hægstur eftir hornaspark og heddar bóltin dygst við vinstru stong.
Sigurin á FSV hevur tó einki virði uttan so at KÍ vinnur baði á HB í Gundadali og móti EB/STR í Klaksvík.
So enn livir vónin – men sunnudagin verður sannleikans-tími í Gundadali.
KOYR Á KÍ




