Sigast má, at 2. deild hjá KÍ vísti tenn ídag, tá KÍ tryggjaði sær øll trý stigini í 2. deild móti fremsta liðnum av Tvøroyri.
Í einum sera spennandi 2. deildar dysti ídag, tryggjaði KÍ sær øll trý stigini í landskappingardystinum ímóti TB.
KÍ liðið var væl mannað og harafturat leikti Helmar Lassen við í álopinum, og hóast hann ikki hevur vant nakað munandi í seinastuni, so gjørdi máltevið hjá honum, at hann við málum sínum tryggjaði KÍ øll trý stigini.
Annars kann sigast at TB tað nógva av dystinum trýsti spælið fram móti 16-metrinum hjá KÍ, men tað sýntist sum um at teir sluppu ikki longur. Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri málmøguleikar.
Bæði málini hjá KÍ komu í fyrra hálvleiki, ímeðan TB fekk eitt mál í seinna hálvleiki.




