Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 3-2 á B68 í ársins fyrsta venjingardysti

(
John Færø)

Hjalgrím Elttør gjørdi 2 mál og nýggi leikarin á liðnum, Kristian í Vági Eliasen, gjørdi 1 mál, tá KÍ mikukvøldið vann 3-2 ímóti B68 eftir 1-1 í hálvleikinum. Ta einu løtuna vóru toftamenn frammanfyri 2-1.

Sum vant í slíkum venjingardystum vórðu nógvar útskiftingar gjørdar. Hesar høvdu venjararnir frammanundan lagt til rættis, soleiðis at leikararnir frá byrjan vitstu, hvussu nógva leiktíð teir fingu.
5 útskiftingar vórðu gjørdar í hálvleikinum.

Álopsleikarar
gjørdu málini.

Í álopinum hjá KÍ í hesum dysti leiktu Erling Fles og Kristian í Vági Eliasen hvør sín hálvleik, meðan Hjalgrím Elttør var eitt sindur aftari í álopinum.
Og í hesum dystinum vóru tað eisini áleypararnir, sum gjørdi málini, Hjalgrím 2 og Kristian í Vági 1.

Venjarin mátti
sjálvur á vøllin.

So tíðliga í árinum er skjótt til, at menn fáa snuddir, og tað kom eisini fyri í hesum dystinum. Eitt nú mátti Fríðin av vølli vegna ein minni skaða seint í dystinum, og tá allir eykaleikararnir tá vóru farnir undir brúsuna, setti Jan Joensen bara seg sjálvan á vøllin tað seinasta korterið av dystinum.

Harleyfacadeacryl