Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann á AB

Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver

Næstbesta liðið hjá KÍ er nú á triðja plássi.

KÍ vann 3-1 á besta liðnum hjá AB seinnapartin. Ab legði seg á odda beinanvegin, men KÍ svaraði aftur og í seinna hálvleiki tryggjaði Kí sær sigurin. Við sigrinum fór KÍ uppá 3.pláss í deildini. NSÍ er oddalið, meðan B68 liggur á 2. plássi. Sum støðan er í løtuni, so flytur bara eitt lið upp úr 1.deild, tí kravið til at flyta upp er at enda í topp 3. Tað eru hvørki AB ella Giza Hoyvík í løtuni. 

KÍ-AB 3-1 (1-1)

0-1: Jobin Drangastein

1-1: Jóannes K. Danielsen

2-1: Tórður E. Jacobsen

3-1: Eivin Sørensen