Við einum sannførandi 5-0 sigri vann KÍ Eilif Arge steypið í kappingini hjá U14 gentum.
3.steypið hjá KÍ er væl ávegis eftir fyrra hálvleik í kappingini um Eilif Arge steypið.
KÍ møtir B68/NSÍ á Tórsvølli í steypafinaluni hjá U14 gentum.
KÍ var undan dystinum favorittur og longu eftir 16 minuttum stóð 3-0 til KÍ. Tórun Joensen skoraði 1 mál, meðan Evy á Lakjuni hevur skoraði 2 mál. KÍ er greitt betra liðið higartil og 3. steypið er væl ávegis til Klaksvíkar.
Hálvleikur: 3-0 til KÍ!
10 minuttir farnir av seinna hálvleiki og KÍ hevur brent tveir stórar møguleikar. Einu ferðina fyri opnum máli og einu ferðina uppá brotsspark.
Dysturin endaði 5-0 til KÍ. Seinastu málini skoraðu Tóra Eliasen og Tórunn Joensen. Sigurin var fult uppiboriin og tað vóru minst 5 mál á muni millum liðini. Fleiri myndir eru eisini komnar.




