Hóast tað ikki gekk eftir vild hjá 1. deildliðnum hjá KÍ í ár, so kann felagið fegnast um, at samanlagt hevði KÍ flest oddapláss í kappingunum hjá FSF í 2005
Fótbóltssambandið ger á hvørjum ári upp støðuna í teimum ymsu deildunum, og tikið verður millum annað saman um árið við at gera ein lista yvir plaseringar í øllum vaksmanna- og ungdómsdeildum.
FSF tekur allar heiðursmerkjaplaseringar í lands- og steypakappingum við í yvirlitið, og í ár vísir hetta yvirlitið, at KÍ vann flest heiðursmerki.
KÍ vann í 2005 tríggjar gull, fimm silvur og fýra bronsu. Hetta gevur samanlagt 12 plaseringar í yvirlitinum.
Í hølunum á KÍ koma hini stóru feløgini – HB, NSÍ og B36.
Gott ár hjá KÍ
Tað gekk einki serligt hjá 1. deildarliðnum hjá KÍ í ár, og tað er svárt fyri felagið og býin, tá ið flaggskipið hevur trupulleikar. Alt kennist munandi lættari, tá ið besta liðið hjá felagnum stendur seg væl, men tað er eingin orsøk at gera støðuna verri, enn hon í grundini er.
Hini vaksmannaliðini og ungdómsliðini hjá KÍ stóðu seg væl í 2005, og samanlagt vann KÍ flest heiðursmerki av øllum teimum føroysku feløgunum.
Yvirlitið hjá FSF vísir, at KÍ er við í teimum avgerandi dystunum í næstan øllum deildum, og tað er at fegnast um.
Býtið av plaseringum í 2005
Fótbóltssambandið ger á hvørjum ári upp, hvussu nógv heiðursmerki tey ymsu feløgini vinna í lands- og steypakappingum. Hetta yvirlitið sær soleiðis út í ár:
1. KÍ 12
2. HB 10
3. NSÍ 8
4. B36 7
5. Skála 4
6. TB 4
AB 4
8. VB 2
B68 2
GÍ 2
Royn 2
12. B71 1
ÍF 1
MB 1
SÍ 1
FSVágar04 1
*) Sambært yvirliti hjá Fótbóltssambandinum




