Kappingarárið 2016 er av, og vinnararnir í øllum kappingunum eru funnir. Og um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum, so hilnaðist árið serliga væl fyri KÍ, HB og NSÍ. Tað skrivar fsf.fo.
Samanlagt vunnu klaksvíkingar 12 heiðursmerkir. Fimm gull, tríggjar silvur og fýra bronsu. Hinvegin vann HB flestar gull. Teir reyð-svørtu vunnu í alt sjey gull og tríggjar silvur.
Nummar trý í samlaða yvirlitnum gjørdist NSÍ, sum vann tríggjar gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsu medaljur í hesum árinum.
Yvirlit yvir allar meistarar og steypavinnarar fyri kappingarárið 2016 sæst her: Meistarar og steypavinnarar 2016




