Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann kæru í 1.deild

Jákup Ósá

Undan summarsteðginum tapti KÍ 2-1 á útivølli móti TB/FCS/Royn í 1.deild. Men KÍ kærdi TB/FCS/Royn fyri brúk av ólógligum leikara, sum ikki hevði sitið leikbann yvir í 1.deild.

KÍ vann kæruna og sostatt dystin 3-0, hevur aganevndin nú staðfest.

 

Sostatt styrkir KÍ um sína støðu í oddinum í 1.deild. KÍ er nú 6 stig frammanfyri ÍF á 2. plássi. Hóskvøldið kl. 19.30 er toppdystur í Klaksvík á Summar Festivalinum, tá KÍ tekur ímóti NSÍ, sum liggur á 3. plássi og saman við KÍ, ÍF og B68 stríðist um endastøðurnar í topp 4. Enda bæði KÍ og NSÍ í topp 3, so verður bara ein uppflytari.