Myndarøð: Í dag vann KÍ kappingina hjá U8 í Summarkapping.
KÍ hevði tvey lið við í dag í SummarCup. Har annað liði vann kappingina í einum sera javnum finalu bólki. Teir leiktu móti KÍ har vunnu teir 2-1, síðani spældu teir móti einum HB liði, har vunnu teir 6-2 og móti einum øðrum havnaliði, har vunnu teir eisini 2-1. Síðani komu teir í ein finalu bólk har var AB, HB og KÍ. Har vann HB 3-2 á AB síðani spældu KÍ og HB har endaði 1-1 og so skuldi KÍ vinna við tveimumm málum fyri at vinna kappingina og aftaná ein sera javnan dyst, vann KÍ 2-0 á AB. Sostatt vann KÍ kappingina hjá U8.
Teir sum vóru við á báðum KÍ liðunum hendan dagin vóru: Jónas á Hædd, Lukas Petersen, Martin Berg Jacobsen, Filip Joensen, Rói Eysteinsson, Hanus Jógvansson, Sonhard Ziskason, Jónas Sólsker, Heri Berg Jacobsen, Símun Vágsá og Archibald Odsson Black.




