Tað bleiv eitt gott umfar fyri KÍ, tá KÍ greiddi sína skyldu á Argjum, meðan HB ikki fekk fult móti TB.
KÍ hevði undanvind í fyrra hálvleiki og skoraði bæði málini tá. Fyrst Jóannes K. Danielsen eftir innlegg frá Claes Kronberg og síðani Sivert Gussiås eftir innlegg frá Árna Frederiksberg. Her fór bólturin umvegis ein AB-leikara í málið, so kanska var tað skrásett sum sjálvmál. Talan var um ein dyst, sum KÍ stýrdi, men AB hevði ein stóran møguleika móti endanum, men Vegard Forren bjargaði á strikuni.
HB spældi púra óvæntað 0-0 móti TB og tað merkir, at KÍ fór tvey stig framum HB. Sunnudagin er fyrsta stóra uppgávan – á pappírinum – hjá KÍ í ár, tá Víkingur vitjar í Klaksvík.


