KÍ vann stórsigur á skerda AB-liðnum á Argjum í dag.
AB manglaði nógvar leikarar í dag og tað gjørdi kanska uppgávuna hjá KÍ nakað lættari, um hetta ikki gjørdi, at liðið undirmetti AB og tað gjørdi KÍ ikki. Patrik Johannesen fekk sítt gjøgnumbrot, hvat málum viðvíkur. Hann skoraði tvey mál og var fleiri ferðir nær við at skora enn fleiri. Eisini Boris Dosljak er heitur í ár og kom á máltalvuna í dag. Innskifti Steinbjørn Olsen staðfesti sigurin. KÍ vann 4-0, og tað var í tráð við leikgongdina og málmøguleikar.
Hini úrslitini gjørdu, at KÍ nú er fýra stig frammanfyri tey nærmastu, sum nú eru Víkingur og NSÍ. Komandi vikurnar fær KÍ størri avbjóðingar, tí nú standa útidystir á skránni móti HB (tvær ferðir) og Skála í lands- og steypakappingini.


