Dystarfrásøgn: Úrslitið fekk stórar avleiðingar á stigatalvuni fyri bæði ÍF og KÍ.
Dystarfrásøgn: KÍ vann seg við sigri í Fuglafirði í ovara bólkin í Effodeildini, sum slitnaði sundur í tveir bólkar eftir hetta umfarið.
Hjá ÍF vóru fortreytirnar ikki tær bestu undan dystinum. Verjuparturin var nógv viknaður, tí Oliver Korch, Gunnar Christiansen og Jan Ó. Ellingsgaard vóru ikki tøkir í mun til seinasta dyst. Hjá KÍ var Mayowa Alli ikki við.
Í fyrra hálvleiki var spælið vánaligt hjá báðum liðunum. Nógv persónlig mistøk blivu framd og sjáldan megnaði nakað lið at hava fleiri samanhangandi avleveringar. Dysturin var javnur og liðini skiftust um at hava yvirtakið. Keðiligt bleiv tað tó ongantíð, tí hóast vánaligt spæl, so vóru fleiri mál møguleikar og vandastøður í báðum endum. KÍ fekk einasta málið í fyrra hálvleiki, tá Ahmed Mujdragic skallaði hornasparksinnlegg í málið. ÍF sendi tríggjar leikarar fram á miðjuna, tá KÍ fekk hornaspark og aftaná kann ein seta spurnartekin við, um hetta var røtt avgerð, tí Ahmed fekk sera gott pláss at skalla bóltin í málið.
Væl spæld KÍ mál
Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri, har liðini skiftust um at hava yvirtakið, men nakað gott fótbóltsspæl bleiv tað ikki til. Í 66. minutti økti KÍ uppá skjótálop, tá Súni Olsen hegnisliga fann Páll A. Klettskarð, sum var tryggur. Eftir hetta royndi ÍF at trýsta, men KÍ hevði fyri tað mesta tamarhald á, hóast serliga Jonas F. Rasmussen gjørdi fleiri óneyðug fríspørk í vandastøðum. Var spælið vánaligt størsta partin av dystinum, so fingu úti áskoðararnir tvey flott spæld mál at fegnast um móti endanum av dystinum. Innskifti Hjalgrím Elttør var sera eyðsýndur, tá hann kom á vøllin og tað var hann sum var lyklaleikarin í báðum málunum. Fyrst skoraði Jóannes Bjartalíð, áðrenn Ísak Simonsen annan dystin á rað legði upp til mál og hesaferð var tað Páll A. Klettskarð, sum skoraði sítt 4. mál hetta kappingarárið. Bæði málini komu eftir skjótt og gott smáspæl, sum KÍ eisini skoraði annað av málunum móti Skála uppá.
Sera avgerandi dystur
Samanumtikið sigur 4-0 úrslitið kanska ikki alt um dystin, tí størsta partin av dystinum var talan um javnan dyst. Spælið hekk sjáldan saman hjá nøkrum av liðunum, men leikararnir stríddust manniliga fyri sakini. KÍ hevur seinastu tveir dystirnar víst, at liðið í einstøkum álopum kann spæla væl, men enn er ov langt millum tær løturnar. Seinnu árini hevur KÍ havt sera trupult við at vunnið útisigrar, men í fyrstu trimum dystinum hevur tað eydnast at vunnið tvær ferðir í ár. Vit eru framvegis tíðliga í árinum og klaksvíkingar kunnu fegnast um trý sera týdningarmikil stig, tí nú fylgir KÍ við topp fýra liðunum. Kappingin er farin í tveir bólkar og úrslitið í Fuglafirði ger, at KÍ er í ovara bólkinum, meðan ÍF er enda í botnstríðnum. Tað sigur alt um týdningin, sum hesin dysturin hevði.




