Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann steypið hjá U17-dreingjum

Jákup Ósá

Í eini spennandi steypafinalu kom bara eitt mál og tað fekk KÍ.

Tað var gott verjuspæl, ið vann á álopsspælinum hesa finaluna millum HB-KÍ. Fáir stórir málmøguleikar vóru. Men eitt mál kom, og tað skoraði Silas Gaard hjá KÍ, tá hann hegnisliga rak framvið málverjanum, áðrenn hann setti bóltin í netið. 

 

Hetta er 7. ferð at KÍ vinnur steypakappingina hjá U17/dreingjum. Seinast var í 2011.

 

Myndirnar eru skíggjamyndir frá Rás 1 hjá Televarpinum, har dysturin bleiv vístur.