Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann tí teir vildu vinna

(
John Færø)

Áðrenn dystin ímóti EB/Streymi í Klaksvík sunnudagin sást týðiliga á andlitsbrøgdunum, at KÍ-leikararnir vóru ógvuliga uppsettir uppá at fara inn og stríðast fyri at vinna. Tá so harafturat nakrir avrikaðu yvir miðal, og Hjalgrím var í essinum – ja, so mátti tað vera KÍ, sum vann á EB/Streymi, sum ikki tóktist at hava sín besta dag.

Tað vóru nakrir uppsettir KÍ-leikarar, sum sóust hita upp til dystin sunnudagin. Vikuskiftið frammanundan høvdu teir tapt 0-1 suðuri í Vági, so nú var kravið, at teir vunnu á gestunum úr Sundalagnum, sum KÍ skuldi halda sambandið við toppin viðlíka.

Mest áhugaverda broytingin á liðnum í mun til áðrenn summarsteðgin var nýggi álopsleikarin, Jacob Bymar, sum er komin til Klaksvíkar, her hann skal leika restina av inniverandi kappingarári.

KÍ-liðið sá soleiðis út:

Málmaður:         Karstin Joensen
Miðverja:          Alexander Djordjevic og Ovi Nysted
Vinstri bakkur:  Harley Bertholdsen
Høgri bakkur:    Jan Andreasen
Miðvøllur:         Eyðun Klakstein, Jan Joensen, Atli Danielsen og Arnold Joensen
Álop:                  Jacob Bymar og Hjalgrím Elttør.

Í seinna hálvleiki kom Allan Joensen inn fyri Jan Joensen.

Hóast 4-1 til KÍ ljóðar rættiliga sannførandi, so kundi úrslitið av dystinum tað sama verðið eitt annað, tí EB/Streymur hevði sínar góðu møguleikar at skora.
Eitt nú hevði liðið úr Sundalagnum eitt skot á stongina í fyrra hálvleiki og eitt á yvirliggjaran í seinna hálvleiki. Teir megnaðu tó ikki at fáa nyttu av møguleikunum, samstundis sum KÍ megnaði tað rættiliga væl, og so fekk úrslitið illa verðið annað.

Til rós fyri EB/Streym skal sigast, at teir alla tíðina vildu spæla fótbólt. Hetta gjørdi dystin (fyrra hálvleik) áhugaverdan at hyggja at.

Fyrsta málið kom eftir forarbeiði frá Eyðun Klakstein.
Staddur innanvert brotsteigarmarkið í vinstru fekk Eyðun bóltin úr høgru síðu. Hann fintaði og dróg seg síðani leysan av sínum mótstøðumanni, samstundis sum Jacob Bymar dróg ein mann við sær, soleiðis at Hjalgrím kom at standa púra fríur mitt fyri málinum, haðani hann avgreiddi í málið. 1-0 og stórur fagnaður.

2-0 og 3-0 málini komu eftir upplegg frá Atla Danielsen. Fyrru ferðina lyfti hann bóltin beint fram eftir vøllinum inn í brotsteigin, har Hjalgrím var vakin og kvikur at senda í málið, áðrenn Pacek og Gunnar náddu at reagera.
Málið til 3-0 var tað vakrasta av øllum. Her gjørdi Atli eitt stórt forarbeiði, tá hann úr egnum brotsteigi setti ferð á og rak fram við einum ella fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi eitt sindur út í høgru á skák fram til Hjalgrím, sum høgdi í mál til 3-0.

So at siga beint eftir hetta málið, minkaði EB/Streymur til 1-3, men løtu seinni svaraði KÍ aftur eftir eitt álop, har Jacob Bymar hevði havt eina roynd á málið, sum støkk útfrá aftur, áðrenn Hjalgrím tók kjansin og avgreiddi í mál til 4-1.

Samanlagt mundi EB/Streymur hava bóltin meira enn KÍ, men KÍ var tað meira effektiva liðið.
KÍ-leikararnir vístu ein størri vilja at vinna hendan dystin – og tað gjørdu teir eisini.