Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann tryggan sigur á Argjum

John William Joensen

Við einum tryggum 2-0 sigri á AB lyfti KÍ seg av aftasta plássinum

Tað skuldu 13 leikumfør til fyri at KÍ skuldi fáa sín fyrsta sigur í hús og tí kennist hann sera søtur. 

Men tá tað er sagt var tað ein uppiborin sigur har unga KÍ liðið á útvølli á Argjum høvdu kontrol á støðuni allar 90 minuttirnar. 

Nøgdur liðskipari
– Hetta kennist sera væl, sigur Jan Andreasen liðskipari hjá KÍ. 

– Vit fóru inn við einari greiðari ætlan at vinna dystin. Uppskriftin var at fara fram og leggja trýst á og berjast fyri sakini. Hetta eydnaðist fram úr væl og vit kendu okkum ongantíð hóttar í dystinum. 

– Fyrsta málið kom tá góður hálvur tími var leiktur – Rudolf vinnur ein bólt og sendur Steffan Kalsø, sum spældið í álpinum, avstað. Hann rennur seg leysan og tá málverjin og verjuleikari koma ímóti velur hann at spæl Kristoffur sum sera hegnisliga smekkar bóltin í netið. 

– Í seinra hálvleiki vantaðu vit at teir fóru at trýsta, men hetta trýsti kom ongantíð. 

– Í staðin royndi AB seg við longum sendingum og tað var sera lætt at standa ímóti. Einastu løturnar vandi var á ferð var við deyðbóltastøður, tí AB eigur sera sterkar og stórar leikarar, men hesa uppgávuna megnaðu vit eisini at loysa. 

– Tá umleið hálvur tími varð leiktur av seinra hálvleiki ferð Erland B. Danielsen einsamallur ígjøgnum verjuna og skýtur eitt hart skot við tonnini í longra hornið og so vóru vit ikki í iva um at fyrsti sigurin var í hús. 

– Samanumtikið høvdu vit kontroll á dystinum og sigurin er fult uppiborin, sigur Jan Andreasen liðskipari hjá KÍ. 

KÍ liðið:
Jákup (málv), Jógvan, Jan A, Sørmund og Rudolf (í verjuni). John H, Eli og Erland (á Miðjuni). Kristoffur, Steffan og Nils Pauli (í álopinum) 

Seinasti dysturin fyri summarsteðgin er mikukvøldið kl 18 í Klaksvík móti ÍF, sum í løtuni er fýra stig frammanfyri KÍ – beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Koyr á KÍ