Myndarøð: 1.deild hjá KÍ vann tryggan sigur á B68, sum misti týðandi fet í oddastríðnum.
Undan dystinum lá KÍ á 7. plássi, meðan B68 lá á 3. plássi. Men eins og hjá Effodeildini, so hevur 1.deild hjá KÍ sera góð úrslit á heimavølli og tað kom til sjóndar aftur í dag. KÍ liðið hevði fleiri leikarar, sum hava royndir úr bestu deildini. Í dag vóru teir m.a. Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Hjalgrím Elttør og Tórur Justesen. Á B68 liðnum vóru somuleiðis leikarar við royndum úr bestu deildini. Nevnast kunnu Jóhan Dávur Højgaard, André Olsen, Jann Ingi Petersen og Kristian Anton Andreasen.




