(Dystarfrásøgn) Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið vann KÍ tryggan sigur á heimavølli.
KÍ byrjaði í 4-4-2 leiksipan, har einki óvæntað var at síggja í uppstillingini, meðan TB/FC Suðuroy/Royn byrjaði í eini 3-4-1-2 leikskipan. TB/FC Suðuroy/Royn manglaði Dánjal Godtfred, meðan Salmundur Bech byrjaði á bonkinum.
KÍ dreymabyrjan
KÍ byrjaði sum ett ódnarveður og longu eftir 10 minuttum stóð 2-0 til teir bláu. Fyrst skeyt Jonas F. Rasmussen eitt langskot umvegis eitt TB/FC Suðuroy/Royn bein, áðrenn Albert Adu bleiv feldur, har Jóannes Bjartalíð skorðai uppá brotsspark. Hetta fekk avleiðingar fyri álopsleikaran Poul Ingason, sum bleiv skiftur út fyri David Múller í 14. minutti. Tað var Poul heilt týðuliga ónøgdur við. Tað gekk ikki so leingi til útiliðið skifti yvir til at spæla við fýra leikarum í verjuni, har Teitur Olsen bleiv fluttur fram á miðvøllin. Í 39. minutti bleiv 3-0, tá Jonas F. Rasmussen skallaði hornasparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð í málið. 3-0 var hálvleiksstøðan, har tað vóru møguleikar báðar vegir til fleiri mál, men har KÍ var greitt betra liðið.
KÍ vassaði í møguleikum
Í seinna hálvleiki fingu suðuroyingar eina góða byrjan. Tað bleiv 3-1, tá David Múller skoraði eftir innlegg úr høgru frá Búa Egilssyni. Men so setti KÍ seg aftur á dystin og átti restina av dystinum, hóast TB/FC Suðuroy/Royn eisini fekk onkran einstakan góðan møguleika. Í 69. minutti bleiv 4-1, tá Páll A. Klettskarð skoraði eftir innlegg frá Jákup B. Andreasen. Hetta bleiv síðsta málið í dystinum, men tað manglaðu ikki møguleikar hjá KÍ at skora fleiri mál.
Sterk byrjan frá KÍ
KÍ vann sostatt fyri triðju ferð í 15 ár sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin. Talan var um eitt gott avrik frá teimum bláu. 4-1 er størsti heimasigurin hjá KÍ í ár og størsta tapið hjá TB/FC Suðuroy/Royn. KÍ spældi til tíðir góðan fótbólt, serliga havandi í huga, at hetta var fyrsti dystur eftir summarsteðgin. Álopsleikararnir vóru betri fyri enn leingi. Jóannes Bjartalíð skoraði og legði upp, Páll A. Klettskarð skoraði og Albert Adu fekk brotsspark og var væl upplagdur. Hjá KÍ vóru fleiri leikarar eisini á markinum til at fáa leikbann, men eisini har slapp KÍ væl, tí einki leikbann er til stórdystin á ólavsøku móti HB leygardagin. Góða avrikið hjá KÍ staðfesti støðna í oddastríðnum, har Víkingur er frammanfyri vegna munandi betri málmun. Hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sum hevur verið eitt jaligt íkast til deildina í ár, ræður um at gloyma hendan dystin, tí hetta var helst millum tey lakastu avrikini hjá liðnum í ár.




