Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann týðandi dystir

Norðlýsið

(Beinleiðis dagføringar) Norðlýsið fylgir gongdini í toppdystinum hjá kvinnunum í Klaksvík og hjá 1.deildarliðinum, ið spælir á Sandi móti B71.

(Beinleiðis dagføringar) Norðlýsið fylgir gongdini ítoppdystinum hjá kvinnunum í Klaksvík og hjá 1.deildarliðinum hjá monnum, ið spælir áSandi móti B71.

 

 

B71-KÍ (1.deild menn kl. 18.00)

1.deildarliðið hjá monnum er farið til Sans í dag, harbotnliðið B71 tekur ímóti. B71 fekk seinasta vikuskiftið javnleik áSvangaskarði móti B68, so tað er kanska tekin um, at teir eru við at koma fyriseg. KÍ liggur nr. 6 við 10 stigum, meðan B71 er aftast við 5 stigum. Tí ertalan um týdningarmiklan dyst fyri bæði liðini.

 

Dysturin á Sandi byrjar kl. 18.00. Vit hava frá heimildarfólkifingið KÍ uppstillingina. KÍ byrjar við hesum leikarunum: Gunnar á Steig —Andrias Frederiksberg, John Hammer, Sørmundur Kalsø, Jens Pauli Mohr – Henry Heinesen,Heðin Klakstein, Kristoffur Jakobsen – Bárður Hansen, Ísak Simonsen – Helgi Samson.Á bonkinum sita Jóannes Bjartalíð, Jórur Justesen og John Daniel Gudjohnson.Høvuðsvenjari er Erik Nielsen og hjálparvenjarar eru Oddur Olsen og ReginSivertsen. Dómari er Bent Tommy Linklett.

 

Vit dagføra, so skjótt sum nakað mál kemur á Sandi og havasamanumtøku í hálvleikinum.

5 min.: Dysturin bleiv útsettur í 15 minuttir og byrjaði tískil kl. 18.15. Støðan er 0-0 og enn hava ikki teir stóru møguleikarnir verið. Heðin Klakstein hevði góða frísparksroynd, sum B71 málverjin fekk bjargað út til hornaspark.

12 min.: 1-0 til KÍ! Heðin Klakstein legði gott hornaspark inn. Sørmundur Kalsø snittar bóltin víðari, har Ísak Simonsen frá 5 metra frástøði skorar til 1-0.

16 min.: 2-0 til KÍ! Gott KÍ samanspæl endar við, at Ísak Simonsen skal leggja innfyri. Tíbetur fyri klaksvíkingar miseydnast innleggið og snýtir B71 málverjan. 2-0 til KÍ og ein dreymabyrjan.


17 min.: KÍ trýstir framvegis og tað liggja fleiri mál í luftini.


25 min.: KÍ hevur stóra yvirvág og situr tungt á dystinum. Støðan er framvegis 2-0 við tveimum málum frá Ísak.

40 min.: B71 hevur minkað um munin. KÍ verjuleikari fór skeivur av bóltinum, ið ger at KÍ verjan blívur yvirspæld. B71 leikarin lyftur bóltin uppum Gunnar í KÍ málinum og so hevur B71 skapt spenning í aftur dystin beint fyri hálvleik.

42 min.: Kristoffur bleiv púra leysur við málverjanum, men skeyt uppum. Stórur kontra møguleiki hjá KÍ. 

Hálvleikur: 2-1 til KÍ. KÍ hevur verið betra liðið, men seinastu minuttirnar kom B71 betri við og tað gav eisini mál. Enn er dysturin púra opin.


53 min.: KÍ eru byrjaðir betri í seinna hálvleiki. Men heilt vandamikið er tað ikki blivið enn.


60 min.: Bárður Hansen hevur havt skot á stongina. Framvegis 2-1.


80 min.: 3-1 til KÍ! Helgi Samson skeyt, har B71 málverjin hálvbjargaði. Kristoffur Jakobsen skoraði uppá leysa bóltin.


Liðugt: 3-1 til KÍ

KÍ var betra liðið og vann uppiborið 3-1. Málini hjá KÍ skoraðu Ísak Simonsen (2) og Kristoffur Jakobsen. KÍ var væl mannað hendan dystin og leikararnir við royndum úr Effodeildini gingu á odda. Við hesum fekk KÍ 3 týdningarmikil stig.


KÍ-EBS/Skála (1.deild kvinnur kl. 18.30)

Toppdystur í Klaksvík í bestu kvinnudeildini. Bæði liðini hava fult stigatal og somu málúrtøku á 22-2 eftir 4 umfør. Vit fylgja gongdini í Klaksvík, har dysturin byrjar kl. 18.30. Tað er lagt upp til ein javnan og spennandi dyst, har KÍ væntandi fær harða mótstøðu.

20 min.: 0-0 framvegis. Líkindini í Klaksvík eru frálík og nógvir áskoðarar eru til dystin, tá hugsað verður um, at talan er um kvinnudyst. Tað hevur leikað ógvuliga javnt á, har EBS/Skála hevur víst, at tær kunnu bíta frá sær í hesum dystinum.

30 min.: Ikki teir stóru mál møguleikarnir enn í Klaksvík. Tað liggur ikki nakað mál í luftini beint nú útfrá leikgongdini, har liðini tykjast ógvuliga jøvn.

Hálvleikur: 0-0. KÍ hevur havt munin og onkrar mál møguleikar, men EBS/Skála hevur eisini víst dygdir og dysturin kann fara báðar vegir, sum gongdin hevur verið higartil.

51 min.: 1-0 til KÍ! Rannvá B. Andreasen legði innfyri, har Maria K. Thomsen var seinast á bóltinum og so er 1-0 til KÍ. 

55 min.: 2-0 til KÍ! Eyðvør Klakstein legði bóltin fyri føturnar á Rannvá B. ANdreasen og hon smekkaði bóltin í málið. 2-0 og KÍ á sigurskós.

75 min.: Framvegis 2-0 til KÍ.

83 min.: 3-0 til KÍ! Gott upplegg frá Sofíu Purkhús í høgru síðu. Hon legði innfyri til Rannvá A. Andreasen, ið kundi skorað sítt 432. mál í landskappingini í bestu kvinnudeildini. Hetta var helst málið, ið punkteraði dystin.

86 min.: EB/Streymur hevur minkað um munin til 3-1. Málskjútti var Birna T. Johannesen.

90 min.: Spenningur í aftur. Birna T. Johannesen hevur aftur skorað. 3-2!

Liðugt: 3-2 til KÍ

EB/Streymur slapp inn aftur í dystin seinastu løtuna eftir at KÍ kom á odda 3-0. KÍ hevði annars fult tamarhald á dystinum og skapti munandi fleiri møguleikar enn EBS/Skála gjøgnum dystin. Við sigrinum hevur KÍ lagt seg einsamalt á odda í kvinnudeildini og hevur higartil staðið allar royndirnar frá avbjóðarunum úr HB og EB/Streymi.