Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann týðandi sigur

Jákup Ósá

1.deildarliðið hjá KÍ vann týðandi botndystin móti EB/Streymi í kvøld.

Undan dystinum høvdu bæði liðini saman við HB 16 stig og stríddust um at sleppa at vera uppi yvir niðurflytingarstrikuni. Í fyrra hálvleiki var nærum eingin mál møguleiki. Men í seinna hálvleiki kom ferð á dystin og stórir mál møguleikar. KÍ kom á odda við brotssparki, tá vælleikandi Jóannes Danielsen fór um koll í EB/Streyma brotssteiginum. Tórur Justesen fekk ikki mál í fyrstu atløgu, men tá bólturin kom út aftur, skoraði hann. Eftir hetta setti EB/Streymur seg á dystin, har serliga Jónstein magnussen á vinstra vongi var eyðsýndur, men sjáldan komu teir til stórar møguleikar. Einu ferðina endaði bólturin tó á stongini. Men KÍ avgjørdi dystin, tá gott álop endaði við, at Álvur Christiansen sendi innlegg innfyri til Jósup Henriksen, sum skallaði bóltin í málið. 2-0 gjørdist endaliga støðan.

Við úrslitinum er KÍ komið uppá 19 stig í spennandi endaspurtinum í botnstríðnum í 1.deild, har framvegis einki er avgjørt nú 6 umfør eru eftir at spæla.