KÍ vann sín størsta sigur eftir summarsteðgin í dag.
Talan var um ein lykladyst, tí tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá KÍ eftir summarsteðgin, har altjóða dystirnir hava fylt nógv.
Men í dag bragdaði, tí hóast TB kløkkaði KÍ, so svaraði KÍ aftur og í seinna hálvleiki var einki ivmamál. KÍ vann at enda 5-1. Málini hjá KÍ skoraðu Vegard Forren, Mads B. Mikkelsen, odmar Færø, Árni Frederiksberg og Jákup B. Andreasen.
Sigurin ger, at KÍ er sjey stig frammanfyri B36, sum spælir mánakvøldið móti HB.


