Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann upp- og niðurflytingardystin í kvøld

Oliver Joensen

KÍ og B36 spældu um upp- og niðurflyting úr 2. og 3. deild. Úrslitið gjørdist 2-1 til KÍ.

Í fyrra hálvleiki kom onki mál, men tíðliga í seinna hálvleiki legði Kí seg á odda. Tá í umleið 20 minuttir vórðu eftir at leika, økti Kí um leiðsluna til 2-0, men í seinastu minuttunum gjørdi KÍ eitt sjálvmál eftir eitt fríspark hjá B36, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 2-1 til KÍ.
Í seinna hálvleiki fekk KÍ eisini ein mann útvístan, soleiðis at teir leiktu stóran part av hálvleikinum við 10 monnum.
Nú er lagt upp til ein spennandi dyst tá liðini hittast aftur. Megnar KÍ eitt nú javnleik, so eru teir í 2. deild.