Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vant burturúr B68

Jákup Ósá

(Venjingardystur) Talan var um klassamun, tá KÍ spældi venjingardyst móti B68. Endaliga úrslitið gjørdist 7-1 til KÍ.

(Venjingardystur) Talan var um klassamun, tá KÍ spældi venjingardyst móti B68. Endaliga úrslitið gjørdist 7-1 til KÍ.

KÍ spældi aftur í dag ein venjingardyst. Hesaferð á Svangaskarði móti B68, sum hevur mist nógv fólk og nú byrjar av nýggjum við lokalum fólki. Tað sást eisini aftur í dystinum í dag, at B68 liðið er bæði ósamanspælt og sera ungt.

Hjá KÍ vóru leikarar sum Páll A. Klettskarð, Sørmundur Kalsø, Heðin Klakstein, Jógvan Isaksen, Meinhardt Joensen og Petur Andreasen ikki við av ymiskum orsøkum. Hetta gav pláss til fleiri ungar leikarar og nakrir spældu sínar fyrstu minuttir á besta liðinum.

KÍ byrjaði við hesi uppstilling(4-2-3-1) : Fríði Sigurðsson – Gunnar Christansen, John Daniel Gudjohnsson, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Henry Heinesen – Álvur Christiansen, Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør – Helgi Samson.

Í hálvleikinum komu Gunnar á Steig, Ari Samson, Ísak Simonsen, Ivan Joensen, Tórur Justesen og Jóhan Jacobsen á vøllin. Seinni í seinna hálvleiki komu Jóannes Bjartalíð, Eivin Sørensen, David Langaard, Bárður Hansen og Andrias Frederiksberg á vøllin.

B68 manglaði leikarar sum Kristian Anton Andreasen, Hákun Edmundsson, Dánjal Paula Højgaard og Jónleif Højgaard.

B68 byrjaði við hesi uppstilling (4-2-3-1): Mads Nesá – Niclas Joensen, Oddur Højgaard, Niklas Poulsen, Fróði Johannesen – Jóhan Dávur Højgaard, Dávur Hansen – Bjarki Johannesen, Jóhannus Hansen, Esmar Clementsen – Haraldur Højgaard.

Revsaðu B68 mistøk

KÍ byrjaði nógv betri og ein sá beinanvegin, at greiður munur var á liðunum. Fleiri av B68 leikarunum í uppstillingini vóru 16-17 ára gamlir og tað sást aftur, har KÍ miðvøllurin var mannaður við royndum leikarum. Hálvleiksstøðan var 3-1 til KÍ. KÍ spælið var til tíðir gott, men flestu álopini komu eftir persónlig mistøk í B68 uppspælinum.

Skjótari KÍ spæl

Í seinna hálvleiki var tað eitt ungt KÍ lið sum spældi. Hesir spældu skjótari fótbólt og fleiri góð mál spurdist burtur. Endaliga støðan gjørdist 7-1, men tað kundi blivið nógv meir. M.a. brendi KÍ brotsspark(Kristoffur Jakobsen) og Bárður Hansen hevði eitt kanón skot á stongina umframt at aðrir stórir møguleikar blivu misnýttir.

Sum heild ein dystur, ið neyvan sigur stórvegis um styrkina á KÍ liðinum, tí mótstøðuliðið var eina deild lægri og hevur eisini m.a. tapt 7-0 móti HB. Til tíðir spældi KÍ væl og serliga teir ungu og óroyndu stóðu sterkir í myndini.

Málini í dystinum:

0-1: Hjalgrím Elttør. Fer sjálvur ígjøgnum og skorar eftir at málverjin hevði hálvbjargað.

0-2: Helgi Samson. B68 málverjin kastar bóltin út og beint í føturnar á Helga Samson. Og einsamallur við málverjanum er hann tryggur.

0-3: Álvur Christiansen. Henry Heinesen spældi góðan bólt afturum B68 verjuna, har Álvur Christiansen, ið tykist stórtrívast á høgra vongi, blívur leysur og skorar.

1-3: Haraldur Højgaard. B68 leikari blívur feldur. Haraldur Højgaard skorar trygt uppá brotssparkið.

1-4: Helgi Samson. Gott samanspæl millum Ísak Simonsen og Kristoffur Jakobsen endar við, at Helgi Samson verður spældur leysur og hann skorar trygt við vinstra beininum. Best spælda málið í dystinum og næsta málið málið til Helga Samson, ið spældi sín fyrsta dyst frá byrjan á besta liðinum.

1-5: Eivin Sørensen. Ivan Joensen, ið kanska var mest eyðsýndi KÍ leikarin hendan dystin, spælir góðan bólt innum B68 verjuna til Eivin Sørensen, ið skorar sikkurt í sínum fyrstu minuttum á besta liðinum.

1-6: Jóannes Bjartalíð. B68 málverjin ger eitt mistak og leggur bóltin fyri føturnar á Jóannes Bjartalíð. Einsamallur við B68 málverjanum er hann tryggur.

1-7: Jóhan Jacobsen. Gunnar Christiansen tekur eitt gott trekk á miðvøllinum. Hann spælir Jóhan Jacobsen leysan og kviki vongurin skorar trygt.

Harleyfacadeacryl