Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ var effektivari enn HB

Jákup Ósá

Venjingardystur var í Gundadali seinnapartin í dag.

Venjingardystur var í Gundadali seinnapartin í dag.

HB og KÍ møttust. Talan var um næsta venjingardystin hjá KÍ og fyrsta hjá HB. HB byrjaði betri, men tað var KÍ sum kom á odda og fekk trý mál uppá stutta løtu. Seint í seinna hálvleiki fekk KÍ eitt mál afturat, so endaliga støðan gjørdist 4-0. Hjá KÍ skoraði Páll A. Klettskarð hattrick, meðan Hjalgrím Elttør skoraði eitt mál.

Málini hjá KÍ:

0-1: Páll A. Klettskarð (upplegg: Jóannes Bjartalíð)

0-2: Hjalgrím Elttør (upplegg: Sørmundur Kalsø)

0-3: Páll A. Klettskarð (upplegg: Ísak Simonsen)

0-4 Páll A Klettskarð (upplegg: Jóannes Bjartalíð)

HB byrjaði við hesum liðnum: Teitur M. Gestsson – Heri Mohr, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Jógvan Rói Davidsen, Levi Hanssen, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen, Símun Samuelsen – Sebastian Pingel. Í seinna hálvleiki komu m.a. Hanus Sørensen, Aron Clementsen, Pál M. Joensen, Danjal Pauli Lervig og Daniel Johansen á vøllin. M.a. Rókur av Fløtum Jespersen og Ari M. Olsen vóru ikki við í dag.

KÍ byrjaði við hesum liðnum: Meinhardt Joensen – Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Hørður Askham – Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Albert Adu. KÍ gjørdi nógvar útskiftingar gjøgnum dystin. Hjá KÍ vóru m.a. Kristian Joensen, Atli Danielsen og Henry Heinesen ikki við. Hann er skaddur og verður væntandi ikki tøkur fyrr enn um nakrar vikur.