Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ var stovnsett kl. 17:30 tann 24. august 1904

John William Joensen

John Reid Bjartalíð skrivar soleiðis um stovningardagin hjá KÍ fyri 100 árum síðan í bókini “50 ára minnisrit Klakksvíkar Ítróttarfelags”:

“Ár 1904 tann 24. august kl. 5½ seinrapartin á degi var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni Haraldsen, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur.”
 
..kvindelige medlemmer… have ikke stemmeret.

Í Fyrstu reglugerðini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag frá 1904 vóru rættuligar strammar reglur um limir og limagjald og hóast kvinnur vóru vælkomnar at møta á aðalfundi høvdu tær ongan atkvøðurætt.
 
Í minnisritinum hjá John Reid Bjartalíð, er fyrsta reglugerðin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og í henni kann ein m.a. lesa at KÍ hevði tveir aðalfundir um árið.
 
Fyrstu lógirnar í K.Í.
Í lógarsamlingini hjá KÍ, sum nevndist: LOVE FOR IDRÆTSKLUBBEN KLAKSVIG, stendur at lesa at KÍ hevði tveir aðalfundir um árið, ein í Apríl og ein í Oktober.

Limagjaldið næstan 4000 krónur um árið
Í § 14 og §15 stendur soleiðis skrivað um limagjaldið:
»Medlemskontigentet er for mandlig Medlemmer 50 øre pr. Maaned, der betales forud………for kvindelige medlemmer 25 øre pr. måned… Saafremt et medlem 3 maaneder eftir hinanden ikke har betalt kontigent, kan han af bestyrelsen nægtes adgang til plænen….!«
Vit skullu minnast til at tímalønin um ár 1904 var 16 oyri um tíman, tvs. At limagjaldi hjá KÍ umroknað til dagin í dag var góðar 300 krónur um mánaðin.
 
Kvinnur ongan atkvøðurætt
Vit skulu ikki taka dagar ímillum hvørja meingin stovnarnir av KÍ høvdu um rættindini hjá kvinnunum, men vit kunnu staðfesta at hóast kvinnurnar til fólkaatkvøðuna um alkoholforboðið í 1907 so hava kvinnurnar ikki atkvøðurætt á aðalfunum hjá KÍ.
Sitat: »… Kvindelige Medlemmer kunne møde paa generalforsamlingerne og deltage i disses forhandlinger, men have ikke stemmeret…..«
Tað er um hesa tíðina at kinnurættindi byrja at koma fram, men kvinnurnar fingu ikki atkøðurætt til løgtingið fyrr enn í 1918.