Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ varðveitti góðu Evropagongdina í Klaksvík

Jákup Ósá

Heldur ikki svensku meistararnir vunnu í Klaksvík og kanska burdu teir tapt.

Tað endaði sum móti Ferencváros á heimavølli hjá KÍ. 0-0 har møguleikar vóru hjá KÍ til at vinna dystin. Nógv størsta møguleikan í dystinum fekk Claes Kronberg hjá KÍ, tá hann bleiv púra leysur við málverjanum og kanska hevði ov góða tíð. Men skotið var ikki nóg gott og tí bjargaði malverjin.

Eins og hinar dystirnar so var verjuspælið hjá KÍ sera gott og leikararnir løgdu sera nógv fyri frammanfyri fullsetta leikvøllinum, sum skapti framúr karmar. Bláa Bylgjan var í hopla og fekk eitt flott úrslit við sær heim. Við hesum er dysturin á lívi undan seinna dystinum í Svøríki um eina viku.

KÍ hevur nú ikki tapt í fýra heimadystum á rað í Klaksvík móti meistarunum úr Noreg, Montenegro, Ungarn og Svøríki. Har er bara eitt mál komið ígjøgnum. Nú skal KÍ spæla restina av heimadystunum í Evropakappingunum í ár á Tórsvølli.

Harleyfacadeacryl