Sjálvt um tað var eitt sindur harmiligt at missa FM á stokkinum, so kann ikki sigast at hetta nervaði nakað sum helst á KÍ veitsluni í gjárkvøldi.
Tey bæði, Solby Christiansdóttir og Leivur Frederiksen vóru fyriskiparar av kvøldinum, og tað komu tey bæði sera væl frá. Skipa var fyri felagssangi undir leiðslu av Rana Nolsøe og sjávandi vóru talur og heilsanir.
Eftir at fyriskipararnir báðir høvdu kunngjørt skránna fyri kvøldið, varð formaðurin fyri KÍ, Tummas Lervig boðin at siga nøkur orð.
Tummas Lervig hugleiddi um mangt og hvat. Ikki kann sigast annað enn at tað var ein sera vælnøgdur formaður, ið rópti ymisk hjálparfólk og stuðlar hjá felagnum upp at standa, soleiðis at fjøldin kundi geva eitt klapp ella tvey. Sum øll onnur, so var hann sera væl nøgdur við kappingarárið hjá Effodeildini. Afturat leikarunum, so fekk sjálvandi venjarin Mikkjal Thomassen nógv rósandi orð. Sigast má, at í Klaksvík stendur høvuðsvenjarin hjá KÍ høgt í metum, tað skein ígjøgnum alt sum sagt var frá røðarapallinum í gjárkvøldið.
Tveir heiðurslimur blivu kosnir á veitsluni, teir vóru Ólavur Thomsen og Eyðálvur Joensen, tað vóru teir báðir heiðurslimirnir Jógvan Jacobsen og Steinbjørn Jacobsen, sum handaðu nýggju heiðurslumunum heiðurstekini.
Síðani kom borgarstjórin á pall í so máta og hóast hann var ómetaliga errin av úrslitinum hjá monnunum í Effodeildini, so gjørdi hann eisini sera nógv burturúr kvinnunum, sum aftur í ár vinnu greipuna, og harvið meistaraheitið í fyrstu deild fyri 17. ferð á rað.
Eftir Jógvan Skorheim, trein Signhild Vilhelmsdóttir, forkvinna í mentanarnevnd býráðsins á pall, og tey bæði góvu vegna Klaksvíkar Býráð kvinnunum ein kekk upp á 50.000 krónur.
Tað kom í veruleikanum nógvur peningur inn á veitsluni. Umframt hesar 50.000 krónurnar frá Býráðnum, fingu kvinnurnar ein gávukekk upp á 17.000 krónur frá høvuðssponsorinum hjá kvinnunum Norðoya Sparikassa, 1000 krónur fyri hvørt meistaraárið omaná at Norðoya Sparikassi hevur sponsorerað kvinnunum øll árini. Heri Ellingsgaard, ið er leiðari fyri umsitingini í kvinnudeildini hugleiddi eisini um gongdina og greiddi frá hvussu stórt avrikið hjá kvinnunum er at vinna FM 17 ferð á rað. Malena Josephsen, liðskipari, ið tók ímóti kekkinum kunngjørdi eisini, at kvinnurnar fara eftir 18. FM heitinum komandi kappingarár.
Katrin Jacobsen kom síðani upp á pallin, umboðandi “kaffisølukvinnurnar”. Hetta eru tær, ið so trúliga hava selt kaffi og ábit kring vøllin til allar heimadystirnar hjá KÍ, og tað hava tær gjørt í fleiri ár.
Í ár hevur verið eitt serstakt ár, kunngjørdi Katrin, vit hava ongantíð áður fingið so nógvar pengar inn fyri kaffisøluna, segði hon og handaði nevndini, Tummas Lervig, Rúna Heinesen og Hilmari Danielsen ein kekk upp á 114.000 krónur fyri kaffisøluna kring vøllin í ár. Eitt sera flott úrslit má sigast, sum sjálvandi eisini hongur saman við úrslitinum, sum Effodeildin hevur lagt fyri dagin.
Ikki minst Bláa Bylgja myndaði kvøldið. Saman við systur síni, Dianu og Rúnu Bjartalíð kom Martin Johannesen á pallin. Orsøkin var, at Bláa Bylgja hevði kosið ársins leikarar og ársins stjørnuskot. Martin kunngjørdi at Rannvá Andreasen var kosin ársins leikari hjá kvinnunum og Hervør Hansdóttir ársins stjørnuskot. Hjá monnunum hevði Bláa Bylgja valt Páll Klettskarð sum ársins leikara og Jákup Andreasen sum ársins stjørnuskot.
Høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomassen var eisini á palli og greiddi eitt sindur frá árinum og takkaði annars stuðlum og øðrum fyri gott samstarv, eisini var Jonas Flindt á palli spælarana vegna og takkaði fyri árið.
Gestarøðari var Bill Justinussen. Sum altíð framúr góður og hansara framúr evni at herma gjørdu sera stóra eydnu á kvøldinum, ikki minst tá hann hermdi eftir besta ítróttarskrivara í Føroyum, Jákupi Ósá á Norðlýsinum, tað fekk sjálvt okkum á redaktiónini at flakna í látri. Væl rakt.
Eftir góðan døgurða við lambakjøti og øllum góðum afturvið og harafturat kaffi og desert, varð skipað fyri sølu av blusum hjá 1. deildarleikarum, bæði hjá kvinnum og monnum.
Dýrasta blusan fór fyri 19.000 krónur, tað var hon hjá Páll Klettskarð. Harafturat keypti Waag Bilar sloyfuna sum høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomasen bar um hálsin fyri 10.000 krónur. Íalt komu inn 119.000 krónur fyri sølu av leikarablusum, so sigast má at rættuligur fótbóltsfepur er í Klaksvík í hesum døgum.
Síðani var skipa fyri dansi til út á morguntímarnar. Alt í alt ein sera hugnalig veitsla, fyrimyndarliga stýrd av veitsluparinum Solby og Leivuri.




