1.deild (myndarøð): Nakrir dramatiskir minuttir móti endanum av dystinum vendu øllum.
1.deild (myndarøð): KÍ vann annan sigurin á rað í dag í 1.deild, tá HB vitjaði í Klaksvík.
Tað var annars HB, sum heldur óuppiborið kom á odda 1-0 við máli frá Hjalta K. Djurhuus. Men sami Hjalti fekk reytt kort, tá 79 minuttir vóru leiktir. Og eftir hetta vendi dysturin, tí fyrst gjørdi HB leikari sjálvmál í 82. minutti, áðrenn Jóannes K. Danielsen avgjørdi dystin í 87. minutti. Sigurin hjá KÍ var fult uppiborin og klaksvíkingar liggja nú á 6. plássi í næstbestu deildini.




