icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ venjarin, Ove Flindt Bjerg: Vit hava sterkan moral og góðan vilja

John William Joensen

Eg eri sjálvandi keddur um at vit hava mist fýra stig á heimavølli, men vit mugu fokusera upp á tað positiva

– Vit hava mist fýra stig á heimavølli, og aftur hesuferð síggja vit mótstøðu liðið bjarga tvær ferðir á mál strikuni og skorða kanónmál. Vit hava spælt 18 dystir í ár og hava bert tapt tveir. Annar var venjingardystur móti HB í Havn og hin kvarfinalan í steypakappingini móti ÍF í Fuglafirði. Eg kann ikki verða ónøgdur við spælið hjá okkum, men sjálvandi vil eg hava at vit fáa meiri burtur úr málmøguleikunum.
– Eg haldið at vit hava gjørt eitt gott arbeiði og vit mugu bara halda fram við tí, men hinvegin so er hópurin ikki nóg breiður í løtuni.

Glaður um Leon
– Eg eri sera glaður um at tað eydnaðist at fáa Leon Bjartalíð at halda fram í felagnum.
– Eg ivist ikki í at hann einaferð verður fastur leikari á KÍ liðnum og at hann er ein av leikarunum sum felagið skal byggja á í framtíðini. Men tá eg setið liði hyggið eg ikki eftir hvussu leikararnir eita ella hvussu gamlir teir eru. Eg brúki teir 11 sum eg haldi verða best fyri og eg ivist onga løtu í at onnur hava aðra hugsan enn eg.
– At leikarar eisini eru skuffaðir tá teir ikki eru millum teir 11 sum byrjað er eisini í lagi, men fótbóltur er eitt liðspæl og tí er tað ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum leikara at gera sítt fyri at hópurin hevur ein góðan moral.

Tunnur hópur
KÍ venjarin heldur at hópurin í løtuni er í so lítil.
Umframt teir leikarar sum eru í 1.deildarhópinum so hava vit einans tríggjar leikarar, sum spæla við 2.liði  sum eisini eru upp á tal til 1. lið. Hetta er allur hópurin og hetta er í minna lagið og tí hevði verið ynskiligt við fleiri leikarum, men tað er ein fíggjarligur spurningur. Tað eru sjálvandi unglingaleikarar men ein skal ansa væl eftir ikki at brúka ungu leikararnar ov nógv.
Jákup Hansen spældi tveir dystir, men tað er mark fyri hvat ein kann leggja á ein ungan mann tí teir skulu hava tíð til at finna seg til rættis á 1. liði.
Julian Samuelsen verður nú aftur í hópinum og vónandi verður Jacob Bymar eisini við aftur.

Føroysku leikararnir
Ovi Flindt Bjerg sigur at føroyskur fótbóltur er á hægri støði enn hann hevði roknað við.
– Støðið er hægri enn eg roknaði við áðrenn eg kom til Føroya og føroysku leikararnir eru tekniskt og taktiskt á hædd við leikarar aðrastaðni.
– Men skal eg siga nakað sum ikki er nóg gott, so er tað instillingurin hjá leikarunum.
– Føroysku leikararnir taka ikki sína ítrótt við tí álvara sum hon krevur.
– Her hugsi eg um livihátt uttan fyri vøllin og disiplin.
– Tað er ikki nokk bert at vera við tá tað er stuttligt. Tað eru teir súru og keðiligu venjingartímarnir sum skapa ein toppleikara og her haltar nakað við instillinginum hjá leikarunum.  

jwj