Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ venjarin, Ovi Flindt Bjerg: Teir spældu munandi betur enn vit

John William Joensen

KÍ venjarin heldur at nógvu feilirnir sum KÍ-ararnir gjørdu kostaðu alt ov nógv.

– Tað er eingin ivi um at teir spæla betur enn vit í løtuni. Harafturat hjálpa vit teimum við alt ov ofta at geva teimum bóltin. Eg taldi eini fimm innkast sum fara beint til ein mótstøðumann og tað kostar kontra.
Harafturat fingu vit sjón fyri søgn at einir 6 av føstu leikarunum eru komnir í formkrisu.
– Men serliga gera vit tað trupult fyri okkum sjálvar við ikki at vísa neyvleika í saman spælinum og í staðin geva bóltin til Skála.
– Eg vil tó samstundis undirstrikað at Skála er besta liði vit hava møtt higartil í ár. Teir spæla pressfótbólt við stórum sjálvsálitið og sjálvt um vit løgdu tríst á, so tordu teir at spæla heilt afturi í verjuni og kombinera seg burtur úr trýsinum.
– Tó koma vit til fleiri málmøguleikar og vóru vit eitt sindur hepnari kundu vit fari av stað við sigrinum.
– Sum oddalið hevði eg vanta at Skála kom til Klaksvíkar at leggja okkum undir trýst, men so var ikki. Ístaðin lógu teir og bíðaðu eftir kontra møguleikum, men tá vit samstundis missa bóltin fleiri ferðir á miðvøllinum, sleppa teir ferð eftir ferð í kontra.
– Vit mugu síggja í eyguni at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman um vit skulu fáa kontakt við toppin í deildini.
– Sterkastu liðini í Føroyum eru munandi sterkari enn vit í løtuni, so tað kemur at krevja ein nógv av øllum at koma aftur á beint.
– Men hóast vit í løtuni hava stórar trupulleikar, so ivist eg onga løtu í at vit nokk skulu koma aftur.
– Annars helt eg at dysturin var sera góður, við høgari leik ferð, men vit gjalda ein høgan prís fyri ikki at hava brodd í álopinum
 
Dómarin
–  Eg vil undirstrikað at tað eru ikki dómararnir sum hava ábyrgdina av at vit ikki hava fingið meiri burtur úr higartil, men eg kann ikki lata vera við at kritisera føroyska dómara hópin.
– Áftur hesu ferð vóru vit snýttir fyri eitt stórt brotsspark og higartil hava dómararnir verið eitt stórt skuffilsi.
– Eg haldi at dómararnir treingja til at taka seg saman og lyfta standardin á dømingini upp á eitt hægri støði.