Fríggjadagin fekk KÍ boð um at venjarin hevði fingið leikbann fyri mótmæli eftir dystin ímóti Víkingi farna vikuskiftið.
Tey sum sóu dystin millum KÍ og HB í dag varnaðust at hjálparvenjarin hjá KÍ, Trygvi Mortensen, hevði ábyrgdina av KÍ-liðnum á Injector Arena í dag.
Fríggjadagin boðaði kappingarnevndin hjá FSF frá, at venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, hevði fingið ein dag leikbann fyri mótmæli aftaná dystin ímóti Víkingi farna vikuskiftið.
Dysturin ímóti Víkingi fekk ein sera keðiligan enda, tá dómarin Rúni Gaardbo dømdi sera ivasamt brotsspark til Víkingi í yvirtíðini, og í sama viðfangi vísti einum KÍ-spælara av vøllinum og gav tvey gul kort. Hesin dysturin fekk so eisini ta avleiðing, at KÍ-venjarin ikki kundi sita á beinkinum undir dystinum í dag.




