Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-venjingarnar 2003 eru byrjaðar: Góð uppmøting til fyrstu venjingina undír nýggja KÍ-venjaranum

(
John Færø)

Einir 20 leikarar møttu í gjárkvøldið til fyrstu venjingina undir nýggja høvuðsvenjaranum hjá KÍ, Jan Joensen, og ikki kann sigast annað enn, at væl varð møtt, hóast frostur og kavi gera seg galdandi.

Norðlýsið varð framvið við myndatólinum, har vit millum annað fingu eina mynd av nýggja KÍ-leikararnum úr Leirvík, Kristiani Eliasen, sum higartil hevur leikt við LÍF, men sum í ár – saman við Karstini Joensen, málmanninum – í fótbóltshøpi er fluttur yvir um Leirvíksfjørð.
Vit ynskja honum og øllum hinum leikarunum vælkomnum í Djúpumýru.