Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Tann seinasti Klaksvíkingur, ið tippar áðrenn ”kick off” seinni í dag, væntar, at hetta verður eitt søguliga gott ár hjá KÍ.
Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Tann seinasti Klaksvíkingur, ið tippar áðrenn ”kick off” seinni í dag, væntar, at hetta verður eitt søguliga gott ár hjá KÍ.
Símun Waag Høgnesen tippar í dag. Hann væntar, at hetta verður eitt søguliga gott kappingarár hjá KÍ. Hann tippa soleiðis:
FM vinnari: KÍ
Nummar 2: HB
Nummar 3: Víkingur
Nummar 4: EB/Streymur
Niðurflytari:Skála
Niðurflytari:B68
Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll Klettskarð (KÍ)
Ársins leikari í Effodeildini: Hjalgrím Elttør (KÍ)
Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Tórur Justesen (KÍ)
Besta ”keypið” í Effodeildini: Jóan Símun Edmundsson (AB)
Les um aðrar tippingar til Effodeildina 2014:
– FM heitið endar í Eysturoynni
– Bæði Havnarfeløgini í topp 4
– Klettskarð fær aftur eitt framúr kappingarár
– Somu lið ganga aftur hesaferð
– HB, Víkingur, EB/Streymur og KÍ
Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:
Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.




