Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-Víkingur spæla í morgin

Jákup Ósá

Fyrsti venjingardysturin í Klaksvík verður væntandi spældur í Klaksvík í morgin. 

Ætlanin er, at Effoliðini hjá KÍ og Víkingi skulu spæla venjingardyst í Klaksvík mikukvøldið. Hjá KÍ er talan er næsta venjingardystin í ár, har kavin hevur darvað fyrireikingunum hjá KÍ sera nógv. Víkingur hevur longu spælt fýra venjingardystir, meðan talan er um tann næsta hjá KÍ.
Um veðrið loyvir tí – tað verður sagt frá at kavi kann koma niður longu aftur í morgin – so byrjar venjingardysturin í Klaksvík mikukvøldið kl. 18.15. Dómari verður Petur Reinert.