Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vitjar oddaliðið í 1.deild

Jákup Ósá

Vinnur KÍ, so kemur liðið uppá 2. pláss, meðan eitt tap ger, at liðið verður verandi á 6. plássi.

Í kvøld spæla 1.deildarliðini hjá NSÍ og KÍ í Runavík. NSÍ er oddalið í deildini, meðan KÍ liggur trý stig frá 2. plássi. Tað er samstarv millum bæði feløgini sum ger, at dysturin verður leiktur eftir dystirnar í Effodeildini. Hetta ger, at fleiri leikarar fáa spælitíð, sum annars ikki høvdu verið tøkir. KÍ kann eitt nú brúka Ahmed Mujdragic og Henry Heinesen, ið annars ikki høvdu verið tøkir, um dysturin var áðrenn Effodystin, eins og allir leikararnir sum eru 21 ár ella yngri hava loyvið at spæla hjá báðum liðunum. Tað ger, at tað vera væntandi tvey lið, har nærum allir leikararnir hava royndir úr bestu deildini.

Dysturin við Løkin byrjar í kvøld kl. 19.00.