Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vitjar søgulig feløg í dag

Jákup Ósá

Bæði 1.deild og 2.deild hjá KÍ skal spæla móti liðum, sum m.a. vunnu FM í bestu deildini í 1980 unum.

1.deild hjá KÍ skal út á Svangaskarð at vitja B68, ið vann FM í bestu deildini í 1984, 1985 og 1992. B68 stóð seg væl í venjingardystunum og eisini fyrstu tvey umførini í landskappingini. Men so kom ein lítil stígur í, tá liðið tapti í steypakappingini móti Víkingi og í landskappingini móti næstbesta liðnum hjá Víkingi. KÍ hevur eins og B68 6 stig. Tapið kom á útivølli móti HB. Dysturin á Svangaskarði byrjar kl. 15.00.

2.deild hjá KÍ skal spæla á Sandi móti B71, ið vann FM í 1989. Í 2.deild er eitt umfar leikt. KÍ vann 1-0 á heimavølli móti EB/Streymi, meðan B71 spældi 1-1 javnleik á útivølli móti NSÍ. Dysturin Inni í Dal byrjar kl. 15.00.

Niðanfyri kann ein av klassikarunum millum KÍ og B71 síggjast. Ein av bestu finalunum um løgmanssteypið nakrantíð, hvat undirhaldsvirði viðvíkur.