Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ’arar ræðast ikki Víkingar

John William Joensen

Grannarnir hjá KÍ hava tikið seg saman í nýtt felag, men KÍ hevur gott tak á Víkingi – tað vísa úrslitini seinastu vikuna

Gøtumenn og leirvíkingar hava í ár tikið seg saman um eitt nýtt fótbóltsfelag, Víking. Í summum deildum – til dømis unlingum og dreingjum – samstarvar Víkingur eisini við ÍF.

Seinastu vikuna hava fleiri av fremstu liðunum hjá KÍ roynt seg ímóti Víkingi, og KÍ hevur verið ruddiliga við yvirlutan.

Í farnu viku spældu unglingarnir hjá KÍ ímóti Víkingi, og teir vunnu trygt 5-1. Dreingirnir hjá KÍ hava spælt tvær ferðir ímóti Víkingi seinastu vikuna, og KÍ vann báðar dystirnar – samanlagt 4-1.

Eisini kvinnuliðið hjá KÍ hevur spælt ímóti Víkingi, og kvinnurnar vunnu 5-1. Áður hava kvinnurnar vunnið 4-1 á Víkingi í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, og mikukvøldið spæla feløgini seinnu hálvfinaluna.

Einasta stigið, sum Víkingur hevur fingið ímóti fremstu liðunum hjá KÍ seinastu vikuna, var í Formuladeildini, har Víkingur í evstu løtu bjargaði sær eitt stig í dystinum í Gøtu fríggjakvøldið.

Dystirnir millum bestu mansliðini og kvinnuliðini, unglingarnar og dreingirnar hjá KÍ og Víkingi seinastu vikuna eru tí endaðir við fýra sigrum til KÍ og einum javnleiki. Málmunurin er 17-6 til KÍ.

Harleywoodpaint