Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ’arar royna seg í Portugal

Norðlýsið

Seks dreingjaliðsspælarar hjá KÍ eru við U17 landsliðnum, sum í hesum døgum roynir seg ímóti stórum eurpeiskum fótbóltstjóðum í EM-undankapping

Higartil hevur U17 landsliðið spælt tveir dystir, og teir eru báðir endaðir við 4-0 tapi. Fyrst var tað ímóti Týsklandi og síðani ímóti vertstjóðini Portugal.

Seks KÍ-spælarar eru við á U17 landsliðnum, og teir hava allir roynt seg í dysti. John Hammer og Ári Samson teljast millum stuðulsspælararnar á liðnum, men eisini Álvur Christiansen, Eli Simonsen og Páll Klettskarð hava verið á vølli. Málmaðurin Hans Jørgensen hevur verið skaddur, men tað gongur betur hjá honum nú.

Týsdagin verður seinasti dysturin í kappingini, og hann er ímóti San Marino. Tá hava føroyingarnir møguleikan at fáa stig burturúr.