Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍF gjørt avtalu við A-landsliðsleikara

Jákup Ósá

KÍF brynjar seg út til komandi kappingarár. Avtala er gjørd við ein av størstu profilunum í føroyskum hondbólti.

Robert Poulsen er formaður í KÍF og hann váttar fyri Norðlýsinum, at avtala er gjørd við Nicklas Selvig fyri komandi kappingarár. Selvig er dani, men hevur áður spælt í Føroyum í fleiri ár, mest fyri KÍF, og er eisini millum profilarnar á føroyska landsliðnum. Seinastu tvey árini hevur hann spælt í donskum hondbólti, men í 2018 verður hann aftur at síggja í føroyskum hondbólti.

 

Robert Poulsen sigur, at hópurin hjá KÍF fer annars at minna nógv um hópin seinasta kappingarár.

Harleyfacadeacryl