Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF vann í Klaksvík

Jákup Ósá

Spenningur var í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki staðfesti KÍF, at FM vinnararnir eru væl fyri í løtuni.

KÍF skuldi fáa uppreisn fyri ”stórtapið” í Kollafirði móti Team Klaksvík fyrr í ár. Og tað fingu FM vinnararnir, tí KÍF vann við 5 málum í Klaksvík í kvøld. Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini annars fyri tað mesta, har KÍF tó hevði tepra leiðslu. Í hálvleikinum var støðan 14-12 til KÍF. Í seinna hálvleiki fór KÍF frá og koyrdi ein tryggan sigur heim. Endaliga úrslitið gjørdist 32-27 til KÍF.
Hjá Team Klaksvík var Bogdan Florea toppskjútti við 7 málum. Sámal á T. Olsen skeyt 5 mál, meðan Suni Johannesen og Jens Pauli Mohr skoraðu 4 mál. Hjá KÍF skoraðu Hans Eli SIgurbjørnsson og Nicklas Selvig 8 mál í part.
Dómaraseðilin er viðheftur.