Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF vann ruddiliga

Danial Viðoy

Steypafinalan í manshondbólti í ár gjørdist ongantíð reiðiliga spennandi. KÍF var so nógv tað betra liðið og vant burturúr STÍF. Endaliga støðan gjørdist 35-26 til KÍF.

Steypafinalan í manshondbólti í ár gjørdist ongantíð reiðiliga spennandi. KÍF var so nógv tað betra liðið og vant burturúr STÍF. Endaliga støðan gjørdist 35-26 til KÍF.

Tað var bert í fyrra hálvleiki, at eitt sindur av spenningi var í dystinum. Hálvleiksstøðan var 14-11 til KÍF.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð í søgu felagsins at KÍF er steypavinnari.

Andrias Nielsen hjá KÍF var tann, ið fekk flest mál hendan dystin. Heili 11 mál. Hann var ikki til at steðga. Hann var eisini kosin besti spælari hjá KÍF.

Óla Kristjan Djurhuus, sum hevur verið aftasti skansi hjá KÍF í nógv ár, er ógvuliga fegin um úrslitið. Og hann sigur, at hetta úrslitið hevur serstakliga nógv at siga fyri felagið.

– Øll bygdin er á gosi, ja alt Sundalagið. Øll snakka um hondbólt um dagarnar, úr Gjógv til Kollafjarðar.

Tillukku til KÍF og øll í Sundalagnum!