Myndarøð: Team Klaksvík tykist hava mist luftina seinastu tíðina og tapti í kvøld sætta dystin á rað í landskappingini.
Botnliðið KÍF vann 33-24 í Klaksvík og tí komu kollfirðingar uppá 11 stig, meðan Team klaksvík verður standandi á 14 stigum. Bæði liðini høvdu hvør sín málslúk hendan dystin. Hjá Team Klaksvík skoraði Sámal á Tjaldrafløtti 11 mál, meðan Hans Eli Sigurðbjørnsson skoraði 14 mál fyri KÍF.















































