Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF vitjar í Klaksvík í kvøld

Jákup Ósá

 Team Klaksvík og KÍF spæla í Badmintonhøllini í kvøld.

Dysturin byrjar kl. 20.00. Team Klaksvík ætlar uttan iva at vaska stórtapið á Skála seinasta sunnudag av sær, meðan KÍF við nýggjum venjara – Eddie Joensen – ætlar at taka eitt stig móti FM finaluni, nú fleiri lið anda teir í nakkan aftanfyri. Team Klaksvík hevur hetta kappingarárið spælt nógvar góðar heimadystir og tí er ikki vist, at KÍF fær so lættan dyst, sum stigatalvan kanska sigur.