Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kim Kielsen vitjar í Klaksvík

Helgi Abrahamsen

Í gjár komu grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og kona hansara, Judithe Kielsen, á almenna vitjan í Føroyum, og í dag vitja tey millum annað í Klaksvík.

Tá Norðlýsið, fyrr í vikuni, tosaði við Jógvan Skorheim, borgarstjóra, hevði hann ikki tikið støðu til, hvat hann fór at tosa við landsstýrisformannin um, men hann roknaði við at tað fór at verða ein vanlig kunning um Klaksvík sum fiskivinnuhøvuðsstað Føroya.

“Eg plagi at siga útlendskum gestum frá upprunasøguni hjá býnum, um hvat hevur eyðkent okkum gjøgnum tíðina, um hæddarpunktini í søguni og eisini um nútíðina,” sigur Jógvan Skorheim.

Vitjanin í Klaksvík er millum kl. 12 og 14 og karmur um vitjanina er Gamla Seglhúsið.

Kim Kielsen fer av landinum aftur mánadagin.